Mynd: Jónleif Joensen.

Vestmanna kirkja Páskadag

mentan31-03-2018 - 20:40 - Jóanis Nielsen

Páskadag, 01.apríl kl. 11.00, eru øll vælkomin í Vestmanna kirkju til eina hugnaliga páskaguðstænastu.

Tá eru øll børn vælkomin at hava eitt egg, sum tit sjálvi hava málað, við í kirkju. So leggja vit eggini í eina kurv frammi í kór, soleiðis at øll síggja tey. Prestur fer síðan at greiða frá søguni um eggini á páskum, og hvat tað var, sum Jesus gjørdi fyri okkum páskamorgun, tá grøvin sterka rivnaði og Jesus reis upp.

Tit sleppa at taka tykkara egg við heimaftur til húsa, so tit kunnu rulla tey í bønum eftir guðstænastuna, ella nær og hvar tit vilja. Afturfyri fáa tit, tvs børnini, eitt sjokolátaegg frá Vestmanna kirkju, og tað er ikki APRÌL

Tit skulu taka1 málað egg pr. barn við heimanífrá, og tit taka tað við heimaftur eftir guðstænastuna.

Vit gleða okkum til ein hugnaligan dag saman.

Hjartaliga vælkomin!

Vestmanna kirkja

Marjun í Kálvalíð