Nýggjastu


Vestmanna: Ein listi við 9 valevnum

Politikkur20-10-2020 - 23:59 - Jóanis Albert Nielsen

Tá ið freistin at lata inn valevnislistar til kommunuvalið 2020 var úti í dag kl. 18.00 var ein listi komin inn.

Á listanum eru 9 valevni, 5 kvinnur og 4 menn.

Listi A Vestmanna-listin

  1. Pauli Trond Petersen, borgarstjóri
  2. Ingi Olsen, virkisleiðari
  3. Eyðun Hansen, bygdarráðslimur
  4. John Zachariassen, kt-fólk
  5. Anja Haldansen, námsfrøðingur
  6. Bjørg á Rógvu, vinnurekandi
  7. Laila Haldansen, lærari
  8. Sára Jógvansdóttir, miðlafólk
  9. Elsi Christiansen, fótarøktari

Atkvøðugreiðslan í Vestmanna Kommunu á kommunuvalinum týsdagin 10. november 2020 verður í ítróttarhøllini.
Atkvøtt verður frá kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.