Vestanstevnurenning

ítróttur12-07-2017 - 10:45 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv:Vestanstevnurenning 2017

Aftur í ár skipar Ítróttarfelagið Frælsi fyri árligu renningini á vestanstevnu, sum í ár verður hildin í Miðvági í døgunum 14. til 16. juli.

Renningin verður leygarmorgunin 15. juli kl. 10.00 og runnið verður frá MB húsinum. Kappast verður í fleiri aldursbólkum hjá børnum og vaksnum. Aldursbólkarnir hjá børnum eru -7 (f. 2010 og yngri), -10 (f. 2007-2009), -13 (f. 2004-2006), -17 (f. 2000-2003). Hjá vaksnum verður runnið í bólkunum opinbólkur (f. 1972-1999), veteranar (f. 1962-1971) og super veteranar (f. 1961 ella fyrr).

Byrjað verður frá MB húsinum og runnið verður út á Bakka, norður til brúnna á Bótolvsvegi, eftir landavegnum inn á Torvmansbakka og aftur til MB húsið. Hendan rutan verður runnin tvær ferðir og er í alt 5,3 kilometrar. Børnini renna styttri teinar, frá MB húsinum út á Bakka og aftur.

Tilmelding fer fram á síðuni hjá FÍF renn.fo, eisini ber til at tekna luttøku á staðnum. kostnaður fyri børn er 20,- og fyri vaksin 50,-. Start nummar kann heintast frá kl. 9.00 við MB húsið.