Vestanstevnan: Setanarrøða borgarstjórans

mentan15-07-2017 - 09:38 - Jóanis Nielsen

Vestanstevnan var sett í gjárkvøldið, tað var borgarstjórin í Vága Kommunu - Eyðdis Hartmann Niclasen, sum setti stevnuna - sí myndir HER.

Góðu miðvingar, vágafólk og stevnugestir

Tað er mær ein stór gleði og heiður at seta Vestanstevnuna 2017 her í Miðvági.

Tað skerst ikki burtur, at tað gongur væl í okkara kommunu og at her er gott at búleikast.

Vit liggja ikki á løtu síðuni, her verður arbeitt hart á øllum økjum at bøta um allar umstøður, so at her gerst enn betur at liva hjá okkum øllum.

Heimurin stendur ikki í stað, broytingar henda skjótari á øllum økjum í dag, enn nakrantíð áður.

Millum annað er hetta sera sjónligt innan ferðavinnuna. Tað merkja vit einamest í Vágum. Um vit hugsa 30 ár aftur í tíðina kundu vit síggja eina - ella kanska tvær -krabbagoggur koma spákandi gjøgnum bygdina. Fert tú ein túr í gjøgnum bygdirna í dag, møtir tú fólkið úr øllum heiminum.

Hetta kemst ikki av ongum. Tí tað eru serliga myndir úr Vágum - okkara oyggj - ið hava selt Føroyar uttanlands.

Føroyar eru vakrar, og her er Vágoyggin ein perla – kanska tann vakrasta av øllum.

Tað er mær fortalt, at fyri nøkrum árum síðan var eitt írskt fótbóltslið og vandi her í Miðvági; venjarin hjá hesum liði stóð sum lamsligin mitt á vøllinum og skoðaði allan vakurleikan.

Tá hann kom fyri seg aftur, letur í honum

“There is no doubt in my mind, THIS place MUST be created by God”

[Tað er ongin í ivi í huga mínum, HESIN staður MÁ má vera skaptur av Guði.]

Hesum eru vit óivað ØLL samd við honum í.

Jú, tíðir broytast.

Fyri ikki so langari tíð síðan sóust upp í 20 skip liggja við bryggju í Miðvági. Tey kundu landa ella gera klárt til næsta túr. Tey veiddu bæði nær og fjar, at føra fongin heim.

Nú er hetta broytt til aling, sum mest kann samanlíknast við at hava heimaseyð í stykkinum á trøðni. Her standa torvur av fiski í stikum úti á vánni, so sleppast kann frá at troyta fjarskotin mið.

Jú, ein kann siga, at tað er sum at hava heimaseyð.

Til okkum nógvu, sum sakna skipini, kann eg avdúka, at ætlanin er, at virksemi verður á flakavirkinum seinni í ár. Vónandi fara vit tá aftur at síggja fullfermd skip stevna inn á vánna at landa.

Vit hava nógv gott fólk, ið vilja framburð í kommununi. Tað koma nærum dagliga fyrispurningar um grundstykkir, bæði vinnuligt og privat. Her er ein stór avbjóðing hjá býráðnum, ið roynir at nøkta tørvin á bestan hátt – Og í øllum hesum framfýsni, hava vit tíbetur nógv gott fólk við søguligari vitan, ið vilja vara tað gamla, so vit ikki bara fara buldrandi við gravimaskinum ígjøgnum fornminni og søgulig støð.

Fólkavøkstur er í Føroyum, og tíbetur velur ein stórur partur av hesum tilflytarum at seta búgv her hjá okkum. Eg eri sjálv tilflytari – fyri 11 árum síðani bleiv eg sjálv miðvingur, og eg má siga, at hetta er besta avgerð, eg havi tikið í mínum lívi.

Eg fari tí nú at lesa eitt brot úr gamlari grein fyri tykkum.

Tað er úr stuttsøguni ”Avstaðferðin” eftir Heðin Brú, har greitt verður frá eini ferð við bili úr Havn og vestur á flogvøllin”

Eg føli, at hettar, sjálvt um søgan er skriva fyri gott og væl 50 árum síðani, er ein sera viðkomandi og tíðarhóskandi lýsing av góða fólkinum her í Miðvági - tá eins og nú.

Avstaðferðin;

Vit fara um Stórá, aka um Giljanes, síggja nýggja skúlan, felags mentanarborg Sandavágs og Miðvágs.Hugaligt at sovorðið felags tiltak eydnast.

Miðvágs havn eisini felagstiltak, brimgarður, bryggja, skipalega.

Her er so bygdin Miðvágur, sum fostraði Mikkjal og Rasmus. Her er Jansagerði og Kálvalíð – Beinta og Peter Arrheboe..... Rúmlig opin bygd, einki avstongt her, vítt allar vegir, tann breiði sandurin.

Miðvágur skapti eplaveltingina undir flag, flagplógvið og Vágasnelluna..... Er tað hettar opna landslagið, ið gerð miðvingar so nýtíðar vendar – hetta - at her so frítt fyri øllum ráki, bæði til og frá?

Tað frættist, at flogfarið, vit skuldi við var seinkað. Bilmaðurin sigur: “Nú bíða vit her í Miðvági, til boð koma um, at flúgvarin fer úr Íslandi, so komi eg aftur og føri tykkum á mál”. “Á, tað er...... mjørkin”, siga vit.

”Nei, mjørkin er tað ikki – stormur í Íslandi. Nú klárar hann beinanvegin í, her í Vágum”.

Vit hava jú altíð gott veður og sól – ikki sjanheit... :-)

Eg fekk hug til at lesa hettar fyri tykkum - júst tí, at vit hesar seinastu vikurnar hava arbeitt við at fríðka um bygdina til Vestanstevnuna. Her er latið upp, skapt nýtt! Hugflog og kreativitetur hevur sett sín dám á okkara vakra miðstaðarøki, her vit standa júst nú.

Kappróður er í dag, sum áður, tað sum myndar stevnurnar allarmest. Her er Miðvágs Róðrarfelag ein varði í bygdini. Eitt stórt, vælrikið felag, við øllum nútíðar hentleikum. Felagið hevur júst hildið sín 60 ára føðingardag. Hetta Felag er gjøgnum tíðirnar bygt upp og rikið av eldsálum innan kappróður. Tá fyrsti Miðvingur kom úr Koltri, fyri 60 árum síðan, var hann við til at kollvelta allan føroyskan kappróður. Tað var ongantíð nakar ivi, hvør vann áttamannafarsróðurin, tað var Miðvingurin.

Hetta søguliga far er enn í felagnum, takka verið hesum eldsálum, vit eiga í bygdini. Og sjálvt um tað gongur upp og niður innan alla ítrótt - fert tú ein túr inn í neystið, ja so tekur tað eina góða løtu at telja øll steypini, ið har standa, vunnin av okkara raska ungdómi - gentum og dreingjum.

Miðstaðarøkið - tað er her aldargamla felagið MB heldur til. Her er mangt takið tikið gjøgnum tíðirnar. Frá tí, at tey í gomlum døgum spældu bólt á sandinum – ja eg veit ikki ein gongd um bólturin yvir var rundur í 1905, til vit í dag hava ein sera góðan graslíkisvøll, og designaðum bóltum ið hava eitt heilt serligt ferðamynstir ogsfr.

Hóast stórar broytingar hava verið innan føroyskan fótbólt, so stendur felagið enn - Og eldsálir arbeiða hart fyri, at okkara børn og ungdómur skulu hava best møgulig kor at venja og kappast undir.

Eisini hava vit nú bæði dart felag og bogaskjóting í stásiligum hølum, her í miðstaðarøkinum - Her hendir eitt sindur av hvørjum.

Eg fari vegna býráðið at takka tykkum øllum, sum hava fyrireikað og fríðka bygdina so vakurt. Takk fyri tykkara eldhuga og fantastiska eyga fyri detaljum. Og til tykkum – feløgini, sum hava skipað fyri Vestanstevnuni 2017 - takk fyri tykkara stóra avrik og áhaldandi megi.

Eg gleði meg so ómetaliga nógv til, bæði í kvøld og næstu tveir dagarnar. Her vit fara at uppliva sannan stevnu róm.

Vit fara sjálvandi at hyggja at, tá ið okkara børn og ungdómar royna seg á vøllinum og á vánni.

Tykkum øllum fari eg at ynskja allar bestu eydnu.

Eisini fara vit at uppliva og vitja tey menturnarligu tiltøkini sum verða á stevnuni - og tykkum ið standa fyri hesum, fari eg at siga stóra takk fyri, og ynskja tykkum góða eydnu.

Við hesum orðum lýsi eg Vestanstevnuna 2017 at vera setta.

Góða Vestanstevnu øll somul.

Takk fyri!