Verið vælkomin á Vestanstevnu

12-07-2019 - 15:17 - Jóanis Albert Nielsen

Longsti dagur er fyri stuttum farin aftur um bak. Eftir langan, myrkan vetur er summarið av álvara komið. Sólin gyllir dal- ar og fjøll, ljósu dagarnir og næturnar spjaða summargleði, og oyggjarnar vísa seg frá vakrastu síðunum.

Summarið er gleðistíð fyri okk- um, og summarstevnurnar eru umboð fyri gleði og róma.

Stutt eftir krígslok, í juni 1945, var fyrsta vestanstevnan ella vágastevnan, sum hon tá kallaðist, hildin. Hevur hon verið hildin á hvørjum ári, so halda vit hesa ferð stevnu nummar sjeytifimm í røðini.

Í ár verður hon so hildin í Sørvági, og tað er okkum ein heiður at bjóða øllum stevnu- gestum hjartaliga vælkomnum á vestanstevnu í bygdini.

Tað er bert ein lítil mánaður síðan, at bygdin kókaði, tá ið vælvitjaði árligi Country & Blues-festivalurin var hildin í framúr góðum veðri.

Hóast summarstevnurnar hava tað trupult í hørðu kappingini við festivalarnar, so vænta vit okkum eina góða stevnu, ið verður merkt av stuttleika, vinsemi, hugna og blíðskapi. Vit vænta okkum eina spennandi og fjøltáttaða stevnu, har ítróttur, mentan og felagsskapur eru í hásæti.

Kappróðurin er hæddarpunkt- ið á hvørjari summarstevnu. Her í bygdini hevur hann mest sum ligið í dvala í nøkur ár, men síðstu tíðina hava vit sæð róðararbátarnar á vágni um kvøldarnar, og barnamanning- arnar hava klárað seg rímiliga væl á stevnunum, ið hava verið. Eisini frættist, at róðrar- felagið hevur í umbúna at fáa nýggjan bát smíðaðan. Vit fegnast almikið um, at kapp- róðurin í bygdini er vaknaður aftur.

Vestanstevnuskráin boðar frá øðrum enn kappróðri. Um- framt annan ítrótt, sum fótbólt og renning, verður m.a. høvi at vitja á listaframsýning, at

hoyra tónleik og at syngja við í felagssangi á okkara hugnaliga øki á Stakka.

Stór orka er løgd í fyrireikingar- nar. Ágrýtnu ítróttarfeløgini hava aftur hesa ferð skipað stevnudagarnar. Uttan fólk og feløg, sum taka lógvatak og lyfta í felag, var eingin stevna, so tit øll eiga eina hjartans tøkk fyri tað stóra arbeiðið, sum tit geraokkum øllum at frama. Uttan tykkara treysti var lívið her á staðnum nógv fátækari.

Veðrið er tað, ið fær eina stevnu at bera ella bresta. Tað er nakað vit øll kunnu

tosa við um, men einki fáa gjørt nakað viðbert vóna tað besta.

Eg skal vegna Sørvágs kommunu enn eina ferð bjóða øllum so hjartaliga vælkomn- um á vestanstevnu í Sørvági við vón um, at vit øll fáa eina góða og hugnaliga summar- stevnu.

Góða vestanstevnu!

Sørvágs kommuna
Aimé Jacobsen, borgarstjóri