Føroyska A-landsliðið við kvinnum skal spæla í alt seks dystir í 2020 - Mynd: Bjarni Enghamar.

Venjingardyst móti Estlandi 9. mars

ítróttur06-01-2020 - 16:32 - Jóanis Nielsen

John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið ein bruttohóp við 25 spælarum, sum í fyrstu atløgu skal fyrireika seg til venjingardyst móti Estlandi, sum verður á Tórsvølli mánadagin 9. mars.

Føroyska A-landsliðið við kvinnum skal í alt spæla seks dystir í 2020. Talan er um fimm EM-undankappingardystir, og ein venjingardyst.

Sum fyrireiking til komandi avbjóðingar hevur John Petersen, landsliðsvenjari, úttikið ein bruttohóp við 25 spælarum. Í fyrstu atløgu er bara talan um spælarar, sum spæla í heimligu kappingini.

Eftir ætlan verða seks venjingar á skránni, áðrenn endaligi hópurin til venjingardystin móti Estlandi verður úttikin tann 17. februar. Føroyar og Estland spæla á Tórsvølli mánadagin 9. mars.

Bruttohópurin

Heidi Sevdal, HB

Julia Naomi Mortensen, HB

Jónvá Hentze, HB

Rebekka Benbakoura, HB

Sara S. Lamhauge, HB

Nadja Johannesen, HB

Eyðgerð Mikkelsen, HB

Julia Helena Henriksen, HB

Elin Maria Isaksen, HB

Eyðvør Klakstein, KÍ

Evy á Lakjuni, KÍ

Sanna Svarvadal, KÍ

Rannvá B. Andreassen, KÍ

Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Vík/B68

Annika R. Christiansen, ÍF/Vík/B68

Jacoba Langgaard, ÍF/Vík/B68

Marta Thomsen, ÍF/Vík/B68

Hjørdis Nesá, ÍF/Vík/B68

Ansy S. Jacobsen, EBS/Skála

Kára Djurhuus, EBS/Skála

Sarita Mittfoss, B36

Olga Kristina Hansen, B36

Jóna Nicolajsen, B36

Marjun Danielsen, B36

Hanna Jacobsen, B36

Skráin 2020

9. mars Føroyar – Estland (venjingardystur)

10. apríl Wales – Føroyar (EM 2021)

5. juni Norra – Føroyar (EM 2021)

9. juni Norðurírland – Føroyar (EM 2021)

18. september Føroyar – Norðurírland (EM 2021)

22. september Føroyar – Hvítarussland (EM 2021)