Føroyska landsliðið til venjing á Groupama Arena í Budapest - Mynd: Hans Erik Danielsen

Venjarin framt fýra broytingar

ítróttur10-10-2017 - 14:41 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Lars Olsen hevur sett liðið, ið byrjar á vøllinum ímóti Ungarn. Venjarin hevur gjørt fýra broytingar í byrjunaruppstillingini síðani dystin ímóti Lettlandi.

- Vit koma væntandi undir stórt trýst frá byrjan. Ungarar krevja ein sigur, og teir vilja ikki góðtaka, at Ungarn skal stríðast um 3. plássið í bólkinum ímóti lítlu Føroyum. Men eingin ivi skal vera um, at vit fara eftir sigrinum, og ætla okkum triðja plássið, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.

Í kvøld klokkan trý korter til átta spælir føroyska landsliðið seinasta dystin í undankappingini til HM 2018, tá ungarar taka ímóti á Groupama Arena í Budapest. Kring vøllin er pláss fyri umleið 22.000 áskoðarum, og sambært fyrireikarunum verður fullsett til dystin millum Ungarn og Føroyar.

Føroyska liðið hevur síðani seinnapartin sunnudagin fyrireikað seg til dystin, og nú fáir tímar eru, til ísraelski dómarin, Roi Reinschreiber floytar í gongd, hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum.

Gunnar Nielsen verður í mál. Í føroysku verjuni verða Odmar Færø, Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson. Á miðvøllinum byrja Jónas Tór Næs, Rene Shaki Joensen, Fróði Benjaminsen og Ári Mohr Jónsson. Framrættaðir miðvallarar verða Sølvi Vatnhamar og Gilli Rólantsson Sørensen, meðan Jóan Símun Edmundsson verður í álopinum.

Á bonkinum frá byrjan verða Teitur Matras Gestsson, Trygvi Askham, Sonni Ragnar Nattestad, Jóhan Troest Davidsen, Róaldur Jakobsen, Hallur Hansson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Viljormur Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen, Karl Løkin, Patrik Johannesen og Klæmint A. Olsen.

- Tá vit byrjaðu hesa kappingin, var málið at fáa meir enn 7 stig. Men vit seta okkum allatíðina nýggja mál, og longu aftaná javnleikin ímóti Lettlandi settu vit okkum fyri, at hendan undankappingin skal enda við meir enn 9 stigum, sigur Lars Olsen við heimasíðuna hjá FSF.