Veljarakanning: Sjúrður og Edmund verða afturvaldir

politikkur27-04-2015 - 23:39 - Jóanis Nielsen

 Ein nýggj veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin og sum er kunngjørd í dag, vísir, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vinna fólkatingssessirnar aftur

Sambandsflokkurin skrivar:

Tað er alt, sum bendir á í hesari veljarakanning, at hinir stóru flokkarnir, Fólkaflokkurin og Tjóðveldi, lítlan møguleika hava at vinna fólkatingsessirnar frá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum.

Sambandsflokkurin gjørdi eitt sera gott hál seinast í 2011, tá hann fekk 30,8%. Hesaferð fær flokkurin 26,9%, sum er ein afturgongd upp á 3,9 prosentstig. 

Sambandsflokkurin liggur langt framman fyri Fólkaflokkin og Tjóðveldi, sum bara fáa ávikavist 17,4% og 17,2%.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins, sigur í einari stuttari viðmerking, at tað er hugaligt at síggja, hvussu sterkt Sambandsflokkurin stendur til aftur at fáa eitt umboð á Fólkating. Hetta er eitt sera gott úrslit fyri flokkin.

Men ein veljarakanning er ikki ein spældur dystur, so lat okkum standa saman og stríðast fyri at varðveita okkara umboð á Fólkatingi.

Annars rósar Kaj Leo Holm Johannesen, okkara manni á Christiansborg, Edmund Joensen, fyri at gera eitt sera gott arbeiði.