Veljarakanning: Fólkaflokkurin rennur frá hinum flokkunum

politikkur05-10-2018 - 11:18 - Jóanis Nielsen

Veljarakanning, sum er gjord fyri portal.fo vísir at Fólkaflokkurin verður stóri vinnari, um løgtingsval er nú.

Nýggja veljarakanningin, sum spyr.fo gjørdi fyri Portalin í gjárkvøldið vísir, at Fólkaflokkurin fær 9 tingsessir um val var nú.

27,5 prosent av spurdu veljarunum siga seg fara at seta krossin út fyri Fólkaflokkin, og hetta er størsta undirtøkan, sum flokkurin hevur havt seinastu 40 árini.

Les meira á Portal.fo.