Veðrið hevur órógvað flogferðsluna í dag

07-01-2019 - 23:01 - Jóanis Albert Nielsen

Nakrar broytingar hava verið í flogferðlsuni í dag. 

Tað var nógvur vindur seinnapartin í dag, og tað hevði við sær at SAS ikki fekk sett seg. 

Flogfarið hjá Atlantic klokkan 15:50 setti seg hálvan annan tíma seinni enn ætlað. 

Flogfarið hjá Atlantic Airways úr Keypmannahavn klokkan 13:30 fekk heldur ikki sett seg, og fór til Bergen at bunkra, og tá ið tað kom aftur úr Bergen setti tað seg síðani í Vágum. Tað flogfarið fór síðani til Danmarkar, og skal tað síðani seta seg í Vágum nú klokkan 22:07.

Komur:

DAGUR TÍÐ VÆNTAÐ FRÁ FLOGFAR STATUS
07 JAN 10:55 BERGEN RC431 LANDED 10:54
07 JAN 14:50 KEYPMANNAHAVN SK1777 CANCELLED
07 JAN 15:50 KEFLAVIK RC402 LANDED 17:24
07 JAN 17:15 BERGEN RC453 LANDED 18:03
07 JAN 20:15 23:07 KEYPMANNAHAVN RC459 DELAYED 23:07

Fráferðir:

DAGUR TÍÐ VÆNTAÐ TIL FLOGFAR STATUS
07 JAN 07:40 BERGEN RC430 DEPARTED 07:39
07 JAN 08:00 KEYPMANNAHAVN RC450 DEPARTED 08:03
07 JAN 12:00 KEFLAVIK RC401 DEPARTED 11:59
07 JAN 13:05 KEYPMANNAHAVN SK1778 CANCELLED
07 JAN 14:55 KEYPMANNAHAVN RC456 DEPARTED 18:19