Veðrið ávirkað streymveitingina í nátt

08-12-2019 - 09:31 - Jóanis Albert Nielsen

Trupulleikar hava verið við streymveitingini til Vágar, Kvívíkar, Stykkið, Leynar og Skælings sunnunáttina.

Orsøkin til trupulleikarnar var kavin, ið legðist á linjurnar.

Neyðgt hevur verið at leggja streymveitingina um, fyri at kunna veita nevndu økjum streym. Í Vágum var eingin streymur í tíðarskeiðnum kl. 00.30 - 00.38, og í Kvívík frá kl. 01.10 - 02.58.

Í Leynum og Skæingi var neyðugt at seta neyðstreymsverk upp, har var streymveitingin burtur frá kl. 01.10 - 08.00.