Veðrar vigaðu 140 og 142 pund

mentan29-09-2018 - 15:00 - Jóanis Nielsen

Tvíburðabrøðurnir - Michael Bertholdsen og Kristian Bertholdsen úr Hvalba, Michael býr í Nesi og Kristian býr í Sandvík - flettu í gjár tveir tvævetur-veðrar, teir vóru sera góðir, annar vigaði 140 pund og hin vigaði 142 pund, so sigast kann, at teir eru tvær ferðina so góðir sum góðir skoraveðrar.

Vit á JN.fo hava ikki hoyrt um slíka vekt áður.