Savnsmynd

VB og Kyndil leiktu javnt

ítróttur20-09-2017 - 22:00 - Jóanis Nielsen

VB tók í kvøld móti Kyndli í hvonn-deildini hjá kvinnum. Kyndil byrjaði dystin væl, og komu á odda við trimum málum eftir 12. min. Hálvleiksstøðan var 7-11. Í seinna hálvleiki kom VB betri við, og frá støðuni 13-13 fylgdust liðini restina av dystinum, og endaði hann 21-21.

Málskúttar:

VB: Mathilde M. Petersen 8, Agnes K. Fallesen 3, Gurið K. Augustinussen 3, Rannvá Johannesen 3, Caroline Cadefeged 2, Barbara K. Hjelm 1 og Bára K. Mortensen 1.

Kyndil: Bára K. Hansen 6, Bjarta O. Johansen 5, Súna K. Hansen 5, Anja Eliasen 2, Turið Arge 2 og Gudrun Restorff 1.

Støður: 

5. min. 1-1

10. min. 1-3

15. min. 2-4

20. min. 3-6

25. min. 4-8

30. min. 7-11

35. min. 9-12

40. min. 12-13

45. min. 15-16

50. min. 16-17

55. min. 19-20

60. min. 21-21