Myndin er lánt frá Heðin Poulsen úr Vatnsoyrum.

Vatnsoyrar 100 ár

mentan23-10-2021 - 08:47 -

Vága Kommuna:

Í 1913 søktu fimm mans í Vágum um traðir av kongsjørðini á Norðara Leiti í Miðvági. Teir vóru: Martin Nielsen –Stóri Martin, Martin Jacobsen –Lítli Martin, Dánjal Poulsen –Suðuroyar Dánjal, Sørin Nielsen og Mikkjal Joensen.

Stóri Martin, bygdi eitt lítið fjós umleið 1918, við rúmi, sum hann húsaðist í, tá hann var har. Hann hevði tá neyt í Vatnsoyrum. Í 1921 avgerð hann at flyta oman at búgva og býr við húski sínum í einum parti av fjósinum. Hetta er fyrsta húski, ið setist á staðnum. Dagurin er20. oktober 1921.

Í samband við 100 ára dagin, hevur Vága kommuna skipa eitt miðstaðarøki í Vatnsoyrum, har borgarar kunnu koma saman um ymisk tiltøk í bygdini. Og leygardagin 23. oktober kl. 14.00, verður hátíðarhald í bygdini í samband við 100 ára dagin, tá miðstaðarøkið somuleiðis alment verður tikið í nýtslu.

Skráin fyri dagin:

Kl. 14.00 Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin og heldir eina røðu

Kl. 14.10 Borgarstjórin avhendar miðstaðarøkið og Kirstin Poulsen úr Vatnsoyrum avdúkar minnismerkið

Kl. 14.15 Fjósið – fyrsta húsið í Vatnsoyrum er opið við myndaframsýning

Kl. 14.45 Borgarstjórin bjóðar vælkomin á Zarepta har kommunan bjóðar kaffi og kakur

Kl. 14.50 Vágakórið syngur

Kl. 15.30 Í salinum greiðir Karl Jóhan Nielsen frá um Vatnsoyrar og Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur hugleiðir um Vatnsoyrar sum niðurseturbygd

Kl. 16.00 Bókaframløga um Vatnsoyrar – Dánjal Poulsen leggur fram um ætlaðu bókina um Vatnsoyrar

Kl. 17.00 Tiltakið endar