Vatnskutaraforboð

23-07-2019 - 16:14 - Jóanis Albert Nielsen

Tað er ikki loyvt at sigla nærri enn 500 m úr landi við vatnskutara í Nólsoy, Skúvoy og Mykinesi í tíðarskeiðnum 15. apríl til 31. august.

Nú Ovastevnan og regatta nærkast, ynskir politiið at gera vart við, at tað ikki er loyvt at sigla við vatnskutara nærri enn 500 m. úr landi kring Nólsoy, Skúvoy og Mykines í tíðarskeiðnum 15. apríl til 31. august.

Heldur ikki er loyvt, at sigla við vanligum/skjóttgangandi báti skjótari enn 8 fjórðingar um tíman nærri enn 500 m. úr landi, á nærri tilskilaðum økjum, sonevnd ramsarøkjum, kring hesar somu oyggjar.

Hetta er staðfest í kunngerð nr. 144 frá 7. november 2017 um sigling kring Ramsaroyggjarnar, Nólsoy, Skúvoy og Mykines.

Á Ovastevnuni og regatta fer politibáturin Óðin at vera tilstaðar, og millum annað verður uppgávan hjá politimanningini á Óðin, at hondhevja Ramsar-kunngerðina.