Vatnrussjibanin letur upp í dag

ítróttur01-06-2017 - 10:49 - Jóanis Nielsen

Í dag, hósdagin 1. juni kl. 15:45, verður móttøka í sambandi við at vatnrussjibanin verður tikin í nýtslu. Gunvør Balle, varaborgarstjóri og forkvinna, kemur at røða og eftir tað bjóðar Svimjihøllin kaffi og køkur.


🔹Vatnbreytin kemur at verða opin og tøk at brúka somu tíðir sum Svimjihøllin er opin. Vegleiðandi aldursmark er 6 ár. Svimjihøllin vónar, at fólk fara at taka væl ímóti nýggja og spennandi tilboðnum. Harumframt letur eisini upp ein nýggj spennandi vatnbreyt til minnu børnini, tað boðar Svimjuhøllin í Gundadali frá.