Vatnavegurin stongdur

ítróttur04-09-2019 - 21:18 - Jóanis Albert Nielsen

Lat bilin standa - Vatnavegurin verður afturlatin fyri ferðslu undir hálvmaraton renning í Vágum

Landsverk letur Vatnavegin aftur, frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina til flogvøllin, leygardagin 7. september í tíðarskeiðinum kl. 11.30 - 13.00 í sambandi við Føroya vakrasta hálvmaraton.

Metstórur áhugi er fyri tiltakinum aftur í ár, har luttakarar ganga og/ella renna úr Gásadali til Sandavágs, við 800 luttakarum.

Vága bjargingarfelag tekur sær av vaktarhaldinum.

Ítróttarfelagið Frælsi