Várkonsert í Vestmanna Kirkju

mentan19-05-2018 - 16:25 - Jóanis Nielsen

Tað verður mánakvøldið 2. Hvítusunnudag 21. mai kl. 20.00, at Vestmanna Sangkór fer at hava árligu várkonsertina í Vestmanna Kirkju

Á skránni verður litfagurt blómutyssi av okkara vakrastu føroysku vár- og summarsangum, nøkrum klassiskum og nøkrum nýggjari, og uppií nakrir svenskir og onkur á látíni.

Kórleiðari er Benjamin Gaasedal.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vestmanna Sangkór