Várframsýningin 2020 á Facebook vegna korona

mentan03-04-2020 - 16:41 - Jóanis Nielsen

Árliga várframsýningin, sum felagið Føroysk myndlistafólk skipar fyri,læt upp tann 6. mars í Listasavn Føroya við eini vælvitjaðari og áhugaverdari fernisering. Men eins og so nógv annað mátti framsýningin lata aftur bert fáar dagar aftaná vegna korona.

Í ár er framsýningin skipað í trimum pørtum. Ein partur er við verkum hjá listafólkum, sum hava sent inn til sensureraða partin av framsýningini, og ein partur er við verkum hjá limum í felagnum Føroysk Myndlistafólk. Ein afturlítandi partur er eisini. Tað eru 30 ár liðin síðan fyrstu várframsýningina og fyri at markera hetta er ein afturlítandi partur við verkum frá teimum fyrstu várframsýningunum.

Framsýningin kann nú síggjast á fb-síðuni Várframsýninginhttps://www.facebook.com/groups/161346014230997/.

Saman við hvørjum verki sær stendur navnið á listafólki, heiti á verkinum, stødd, tøkni og prísur. Áhugað kunnu ogna sær myndir við at venda sær til Tove Askham, tlf. 316554.

Listaverkini á tí afturlítandi framsýningini eru ikki til sølu.

Framsýningin skuldi eftir ætlan lata aftur tann 26. apríl, men av atListasavn Føroya í skrivandi stund er afturlatið, er Várframsýningin longd til 24. mai 2020