Gitte Henning er keypt og hevur fingið navnið Gøtunes.

Varðin hevði 118 mió í avlop í 2019

Vinna08-07-2020 - 10:08 - Jóanis Albert Nielsen

Varðin í Gøtu hevði í fjør 118 mió. kr. í avlop eftir skatt.

Endamál felagsins er keyp, søla, fiskivinna, fiskiídnaður og onnur vinnu í hesum sambandi.

P/F Varðin eigur 100% av partapeninginum í P/F Hvamm, P/F Krossbrekku, P/F Driftini, P/F Gulenni, P/F Desin og P/F Varðin Invest. Feløgini eiga skipini M/T Trónda í Gøtu, M/T Finni Fríða, M/T Jupiter(sum nú er seldur) M/T Tummas T, M/T Høgiklettur (sum nú er seldur) og M/T Rankin. P/F Varðin Invest er íløgufelag.

Felagið eigur 60% í felagnum P/F Skygni og 76,19% av P/F Varðanum Pelagic, harumframt hevur felagið keypt 75% Sp/F Olgu Mariu í 2019.

Feløg har eigaraluturin er 50% ella minni, eru tikin við til kostprís í móðurfelagsroknskapinum og innaravirði í samtaksroknskapinum.

Tøki peningurin er í 2019 fallin við tkr. 93.218, frá tkr. 108.208 til tkr. 14.990.

Ársins bruttovinningur er tkr. 396.931 ímóti tkr. 389.879 í 2018. Starvsfólkakostnaður hækkar í árinum til tkr. 193.419 ímóti tkr. 180.456 í 2018. Avskrivingarnar eru farnar frá tkr. 60.455 til tkr. 82.140.

Gongdin í atknýttum feløgum:

Týdningarmiklasta inntøkan hjá felagnum stavar frá fiskiskapinum og prísunum. Uppisjóðarskipini hjá felagnum fiskaðu í 2019 151.937 tons fyri tkr. 528.427 ímóti 180.934 tons fyri eitt virði á tkr. 490.952 í 2018.

Hetta gevur ein miðalprís á 3,23 í 2019 móti 2,92 kr/kilo í 2018. Hetta er ein lækking í nøgd á ca. 29.000 tons, men ein hækking í søluni á áleið 37 mió. kr. Miðalprísurin hækkaði við 31 oyrum fyri kilo frá 2018 til 2019. Hetta kemst av, at makrelprísirnir hækkaðu við 11 oyrum í miðal frá 7,86 kr/kg í 2018 til 7,97 kr/kg í 2019. Sildaprísurin hækkaði við 54 oryum frá 3,10 til 3,64 kr/kg í 2019. Eisini svartkjaftaprísirnir hækkaðu í tíðarskeiðnum frá 1,6 kr/kg í 2018 til 1,93 kr/kg í 2019.

Leiðslan metir ársúrslitið vera nøktandi.