Varðin ætlar at selja Høgaklett og Jupiter

vinna04-06-2018 - 11:53 - Jóanis Nielsen

 Varðin, sum eigur 5 uppisjóarskip, hevur sett tvey av teimum á sølulista, tað verður gjørt tí støðan er so ógreið í løtuni, segði Jákup Jacobsen í gjár við okkum á JN.fo

Felagið hevur avtalu við eitt russiskt felag, um at russiska felagið keypir Jupiter, avtalan er um at koma uppá pláss, so tað er bara ein spurningur nær Jupiter flaggar við russiskum flaggi.

Hvussu verður við Høgakletti er enn ógreitt.