Vána veðurforsøgn kann ávirka ferðsluna á landi og sjógvi

11-10-2018 - 16:09 - Jóanis Albert Nielsen

SSL: Boðað verður frá nógvum vindi fríggjadagin og leygardagin. Vána veðrið kann føra til óstøðuga ferðslu á sjógvi og landi, og Strandfaraskip Landsins heita tí á okkara ferðandi at kunna seg um ferðsluna teir dagar veðrið er illfýsið. 

Broytingar í ferðsluni verða lagdar út á heimasíðuna í gula teigin "Broytingar" og tey, ið eru timeldaði okkara ókeypis sms-tænastu fáa boð umvegis sms. Meldið tykkum til okkara sms-tænastu á tlfnr. 1980. Sí vegleiðing fyri sms-tænastu her 

Eisini ber til at ringja til rutuupplýsing á tlf.: +298 34 30 30 – ið svarar alt døgnið.