Valfundur á Eiði

politikkur24-08-2019 - 11:17 - Jóanis Nielsen

Eiðis kommuna:

Lokala brakið millum lokalu valevnini á Eiði

Eiðis kommuna skipar fyri valfundi millum tey fimm lokalu valevnini á Eiði mánakvøldið (26.08) kl.19:00 í mentanarhøllini á Eiði.

Talan er um ein valfund har einans lokalu valevnini úr Eiðis kommunu luttaka.

Luttakararnir eru:

A: Rógvi Egilstoft Nielsen

B: Villads Elbo Bøgesvang

C: Sigfríður Símunarson Sólsker

E: Olaf Fríðheim

H: Tordur Niclasen

Orðstýrari: Fróði Reinert Petersen

Kjakið verður skipað í tveimum pørtum.

Kl. 19:00 Valevnini koma við hvør sínum evni til fundin. T.v.s. at valevnini hava avgjørt áðrenn fundin hvørji evnini eru. Valevnini hava havt møguleika at fyrireika seg til hesi evnir.

Kl. 20:00 verður kaffi og smákøkur.

Kl. 20:15 Kjakið byrjar aftur, áhoyrarar fáa møguleika at seta spurningar.

Kl. 21:00 liðugt

Arbeitt verður við at fáa fundin stroymaðan á www.eidi.fo

Tiltakið er sjálvsagt ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin