Vaksa sosialt-, búskaparliga- og umhvørvisliga burðardygt

Politikkur30-10-2020 - 14:00 - Tóri Nielsen

Vága kommuna er í dag ein miðalstór kommuna, fimt stórsta í landinum og hon er í vøkstri. Hetta setur krøv til, hvussu vit í framtíðini stýra okkara kommunu, so hon kann vaksa sosialt,- búskaparliga- og umhvørvisliga burðardygt. Hetta krevur, at býráðið leggur ætlanir og torir at hava framtíðar visjónir og hugsar stórt, og at býráðið torir at arbeiða fram ímóti teimum málunum.

Tað finnast fáir, um nakar, yvirskipaður politikkur ella framtíðarætlanir í Vága kommunu. Tí er sera trupult, at leggja ætlanir fyri eitt øki og at arbeiða við teimum, tí tað finnst eingin yvirskipaður politikkur fyri, hvat tað er vit vilja, ella hvørja leið, vit sum kommuna, skulu ganga. Tað finnst eingin barna- og ungdómspolitikkur, vinnu- og umhvørvipolitikkur, mentanar- og trivnaðarpolitikkur, ella bústaðarpolitikkur. Ein ferðavinnupolitikkur er í eygsjón, sum er at fegnast um.

Men, um vit skulu mennast og vaksa sum kommuna, er neyðugt við langtíðarætlanum. Tí fer Framtíðarlistin at leggja dent á, at politikkur verður orðaður fyri omanfyristandandi økir. Hetta er neyðugt, so vit, tá vit taka avgerðir og arbeiða við t.d nýggjum vinnumøguleikum, eisini kenna ætlanirnar fyri bústaðar- og trivnaðarøkið í framtíðini, so vit kunnu fremja ætlanir á vinnuøkinum, men samstundis tryggja sosialt- og umhvørvisburðardygni, har borgarar trívast og ferðsluviðurskiftini eru í lagi.

Fyri at mennast sum kommuna mugu vit vaksa á bústaðarøkinum, vaksa um vinnulív og teir møguleikar ið har eru, men samstundis hava eitt ríkt mentanar- og trivnaðarlív. Men alt hetta krevur at vit hava politikkir og langtíðarætlanir, so vit tryggja at tað er sosialt-, búskaparliga- og umhvørvisliga burðardygt, og ikki bara arbeiða við fyribils loysnum, sum nógvu seinastu býráðsseturnar hava borðið brá av.

Í arbeiðnum at orða hesar politikkir og langtíðarætlanir, hevur tað týdning at borgarin verður sæddur, hoyrdur og virdur.

Sølvi Simonarson, valevni til býráðið í Vága kommunu

X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan!