Vágatunnilin er fult afturgoldin

politikkur14-03-2017 - 14:14 - Jóanis Nielsen

Advokaturin, Jógvan Elias Winther Poulsen, hevur skrivað juridiskt responsum um Vágatunnilin og niðurstøðan er greið. Hann skrivar soleiðis í niðurstøðuni:

"Niðurstøða út frá gjøgnumgongdini av tí tilfari, sum er nevnt omanfyri, er mín niðurstøða, at treytin í § 1, stk. 4 í lógini um fast samband um Vestmannasund um, at útvegnarkostnaðurin skuldi vera fult afturgoldin, var lokin, tá lánini, sum vóru tikin í sambandi við byggingina, vóru afturgoldin.

Um ivi skuldi verið um hesa niðurstøðuna, er tað so undir øllum umstøðum mín meting, at treytirnar í § 1, stk. 4 vóru loknar, tá lánini vóru afturgoldin og eginognin var omanfyri kr. 160,3 mió, soleiðis at tað almenna fekk beinleiðis ognarrætt til tunnilin við at felagið varð avtikið.


Vinarligast
Jógvan Elias Winther Poulsen, adv. "

Viðheft er øll frágreiðingin frá advokatinum
Jørgen Niclasen
Løgtingsmaður


Fólkaflokkurin Áarvegur 2 FO-100 Tórshavn Tórshavn, 
6. mars 2017 J.nr. 10257 JEW

Viðv. § 1, stk. 4 í lóg nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund 

SÓKN Advokatar eru biðin um at gera eina meting av, um treytirnar fyri at Vágatunnilin sambært løgtingslóg nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund skal avhendast landinum, eru loknar. 

Tilfar 

Vit hava í samband við arbeiðið okkara m.a. gjøgnumgingið: 

 løgtingslóg nr. 6. frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund við lógaruppskotinum til lógina, løgtingsmál nr. 18/1999 

 løgtingslóg nr. 86 frá 18. november 2002 um broyting í lóg um meirvirðisgjald við lógaruppskotinum til lógina, løgtingsmál nr. 14/2002

  tekningarútskrift fyri P/f Vágatunnilin frá Skráseting Føroya

  tinglýsingarviðurskifti viðvíkjandi P/f Vágatunnlinum 

 fyrispurning frá Poul Michelsen, løgtingsmanni, til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá 6. august 2013 og svar uppá fyrispurningin frá 10. september 2013 

 fyrispurning nr. 63/2013 frá Eivin H. Jacobsen, tingmanni, til Jørgin Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum frá 26. mai 2014 og svar uppá fyrispurningin frá 17. juni 2014 

 fyrispurning nr. 27/2016 frá Jørgin Niclasen, tingmanni, til Aksel V. Johannesen, løgmann, og svar uppá fyrispurningin frá 21. desember 2016 

 ársfrágreiðingar fyri P/f Vágatunnilin, tøkar á www.tunnil.fo, umframt
 
 alment roknskapartilfar viðvíkjandi P/f Vágatunnlinum 

Løgtingslóg nr. 6. frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund og løgtingsmál 18/1999 

Lógin er heimildargrundarlagið undir fasta sambandinum um Vestmannasund og hevur reglur um ognarrætt til tunnilin, reglur um at avhenda tunnilin til tað almenna, heimild at krevja  brúkaragjald umframt aðrar reglur. Lógin er grundað á uppskotið, sum varð lagt fyri tingið sum tingmál 18/1999. 

§ 1, stk. 1 og 4 í lógini eru soljóðandi: 

§ 1. P/f Vágatunnilin (skr. nr. 2809/1998) fær rætt til vega, - brúgva- og tunnilsgerð millum Streymoynna og Vágarnar um Vestmannasund og ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi brúgvum og vegi. Stk. 4. Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/f Vágatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar. 

§ 2, stk. 1 í lógini er soljóðandi: 

Landsstýrismanninum verður heimilað at seta pening í P/f Vágatunnilin, annaðhvørt sum partapening ella ansvarligan lánikapital (ábyrgdarpening) soleiðis at samlaða upphæddin í mesta lagi verður kr. 160,3 mió., og kann landsstýrismaðurin ráða við grundarlagi í samlaðu heimildini frá gildiskomu lógarinnar. 

§ 3 í lógini er soljóðandi: Landsstýrismanninum er heimilað at avhenda, uttan viðurlag, til felagið tað annlegsarbeiðið, sum higartil er framt av Landsverksfrøðinginum í sambandi við upprunaligu verkætlanina um gerð av føstum sambandi um Vestmannasund, herundir allar forkanningar og keypt tilfar, sum nýtiligt er. Slík avhending hevur ikki skattiligar avleiðingar við sær fyri felagið.

 § 5, stk. 1, í lógini er soljóðandi: Tunnilseigaranum er heimilað at áseta og krevja inn nýtslugjøld frá teimum, ið nýta vega-, brúgva- og tunnilsanleggið. 

§ 7, í lógini er soljóðandi: § 7. Frá og við árinum tá tunnilin verður latin upp fyri ferðslu, hevur felagið, við grundarlagi í útveganarkostnaðinum, rætt til skattligar avskrivingar eftir reglunum um vinnuligar bygningar. Stk. 2. Við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslurnar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð v.m. 

Í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið er skrivað á s. 4 at ”fígging av verkætlanini er umframt tær 160,3 mió., sum Løgtingið gjøgnum Vinnumálastýrið setir í felagið, upptøka av láni frá fíggingarstovnum”. Á s. 4 í viðmerkingunum til lógaruppskotið er víðari skrivað at ”einki landskassaveðhald kemur uppá tal, og leiklutur landskassans í fíggingini er úti við játtanini av teimum samlaðu kr. 160,3 mió”. 

Í serligu viðmerkingunum til § 1, stk. 4 (§ 1, stk. 3 í lógaruppskotinum) er skrivað, at ”her verður staðfest, at ognarrætturin gongur yvir til tað almenna, tá íløgan er goldin”. 

 Í serligu viðmerkingunum til § 3 verður skrivað, at landsstýrismaðurin fær heimild at avhenda tey anleggsarbeiði, sum framd vóru, tá Landsverksfrøðingurin á sinni fyrireikaði tunnilsgerð, umframt forkanningar og innkeypt tilfar, um tað var nýtiligt og at einki verður goldið fyri hetta. 

Í serligu viðmerkingunum til § 5, er m.a. skrivað at ætlanin er, at nýtslugjøldini skulu fíggja bæði afturgjaldingina av lánunum til byggingina og raksturin av vegunum og tunnlinum. Víðari verður m.a. skrivað at ætlan felagsins er, at hesi nýtslugjøld skulu vera av eini stødd, sum ger, at felagið hevur ráð at afturgjalda rentur og avdráttir til lánistovnarnar, umframt at kunna gjalda rakstur og viðlíkahald av anlegginum. Hartil kemur rentingin av stóru eginognini, tá partapeningurin/ábyrgdarpeningurin er so stórur sum kr. 160 mió. Eisini skulu nýtslugjøldini gera felagið ført fyri at konsolidera seg rímiliga væl. 

Serligu viðmerkingarnar til § 7 viðvíkja skattligu viðgerðini av útreiðslunum hjá tunnlinum og einki nærri er skrivað um definitiónina av útveganarkostnaðinum í § 7, stk. 2. 

Løgtingslóg nr. 86 frá 18. november 2002 um broyting í lóg um meirvirðisgjald og løgtingsmál nr. 14/2002 

Eitt lógaruppskot um broyting í lóg um meirvirðisgjald varð lagt fyri løgtingið sum løgtingsmál nr. 14/2002, dagfest 17. oktober 2002. Endamálið við uppskotinum var at frítaka bummgjaldið í sambandi við ferðing og flutning gjøgnum tunlar, brúgvar og aðrar vegir í sambandi við almenna vegakervið fyri meirvirðisgjald. 

Í lógaruppskotinum varð millum annað skrivað at:

 Støðan viðvíkjandi undirsjóvartunlum í dag er tann, at tunnilin millum Streymoynna og Vágoynna verður tikin í nýtslu um heilt stutta tíð, og fyrireikingar eru longu farnar í gongd at bora undirsjóvartunnilin millum Eysturoynna og Borðoynna. Undirsjóvartunnilsverkætlanirnar eru skipaðar soleiðis, at tað eru almenn partafeløg, sum standa fyri verkætlanunum, P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin. Ongar ítøkiligar ætlanir eru um fleiri undirsjóvartunlar í løtuni. 

Tá ein undirsjóvartunnil so verður tikin í nýtslu, stendur viðkomandi partafelag fyri rakstrinum, líka til lánið í tunlinum er afturgoldið. Tá lánið er afturgoldið, verður partafelagið upployst, og undirsjóvartunnilin fellur til landið sum ein vanligur partur av landsvegakervinum. Støða verður tá eisini tikin til, um skipanin við bummgjaldinum skal halda fram. 

Bummgjaldið er tí í veruleikanum ein eykaskattur til at fíggja eina ávísa løguverkætlan, sum annars hevði verið fíggjað beinleiðis í løgtingsfíggjarlógini. Landsstýrið vil hava lánini í undirsjóvartunlunum afturgoldin yvir so stutt áramál sum gjørligt, soleiðis at undirsjóvartunlarnir verða partar av restini av vegakervinum, sum landið rekur. 

Við hesum lógaruppskotinum verður bummgjaldið frítikið fyri meirvirðisgjald, samstundis sum partafeløgini, ið standa fyri undirsjóvartunlunum, fáa inngangandi meirvirðisgjaldið endurgoldið úr landskassanum. Á henda hátt verða lánini til undirsjóvartunlarnar skjótari afturgoldin, og bummgjaldið verður eitt brúkaragjald, sum fer beinleiðis til at fíggja tunnilin. 

Í áliti frá Vinnunevndini frá 6. november verður millum annað skrivað, at umboð fyri P/f Vágatunnilin hava upplýst fyri Vinnunevndini, at lánið fór at vera umleið kr. 120 mió og at lánið skuldi afturgjaldast yvir 15 ár. Ein samd Vinnunevnd tók undir við málinum og mælti tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins. 

Uppskotið varð við 3. viðgerð tann 12. november 2002 endaliga samtykt av løgtinginum við 29 atkvøðum fyri og ongari ímóti og varð kunngjørt sum løgtingslóg nr. 86 frá 18. november 2002.

 Fyrispurningar í løgtinginum og svar uppá hesar 

Spurningurin um afturgjald av útveganarkostnaði hevur verið viðgjørdur í løgtinginum í sambandi við fyrispurningar og svar uppá hesar. 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, svaraði tann 10. september 2013 fyrispurningi frá Poul Michelsen, tingmanni. Í svarinum varð millum annað skrivað, at ”eftir lógini skal útveganarkostnaðurin gjaldast aftur, bæði tann partur, sum er fíggjaður við eginpeningi og tann parturin, sum er fíggjaður við láni. Sum er, verður partapeningurin nýttur til lutvísa fígging av íløguútreiðslunum av Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum. Tá peningurin soleiðis er bundin í partabrøv, kann hann ikki brúkast til onnur endamál, uttan at hann fyrst verður loystur. Landið kann loysa peningin við at avhendan partabrøvini. Til tess krevst lógarbroyting, men [....] eru ongar slíkar ætlanir. Tunnilsfeløgini kunnu eisini rinda landskassanum vinningsbýti/útluting, inntil upphæddin av innskotna partapeninginum er rokkin”. 

Jørgin Niclasen, landstýrismaður í fíggjarmálum, svaraði 17. juni 2014 spurningi frá Eivin H. Jacobsen, tingmanni. Í svarinum er m.a. skrivað at ”P/f Vágatunnilin upplýsir, at sambært lániavtaluni skal seinasti avdráttur gjaldast 12. desember 2017 (skal vera 2016). 

Víðari varð skrivað, at tá farið varð undir at fyrireika at byggja Vágatunnilin, var ein av stóru spurningunum, hvussu henda stóra íløga skuldi fíggjast og í aðra máta skipast.” Víðari varð skrivað at ”longu tá var ætlanin, at nýtslugjaldið einans skuldi fíggja lántøkuna” eins og tað varð skrivað at ”Almenna fatanin hevur eisini verið, at nýtslugjøldini einans skuldu fíggja lánsgjøldini, og at tunnilin skuldi latast landinum, tá lánið úr Íleggingargrunninum var afturgoldið. Ikki fyrrenn fyri kortum er kjak komið um, at lógarteksturin sigur nakað annað, enn ætlanin og eisini almenna fatanin var”. Móti endanum í svarinum var skrivað at ”Soleiðis sum lógin og viðmerkingarnar eru orðað, kann tvídráttur vera um tulking av, nær tunnilin er útgoldin og kann avhendast landinum”. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, svaraði 21. desember 2016 uppá skrivligan fyrispurning frá Jørgin Niclasen, løgtingsmanni. Aksel V. Johannesen svaraði at tulkingin hjá honum svaraði til hana hjá undanfarna løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, í svari til Poul Michelsen, løgtingsmann. Skrivað varð at ”Sambært tulkingini er tunnilin fult afturgoldin, tá í samlaði útveganarkostnaðurin er goldin. Við útveganarkostnaðin meinast allur byggikostnaðurin og harvið bæði lánið og partapeningurin”. Síða 5/9 

Skrivað varð eisini at ”Sum støðan er nú, metir løgmaður ikki, at grundarlag er fyri at koyra ókeypis í Vágatunnlinum, tá ið tulkingin av lógargrundarlagnum so greitt vísir, at uppruna ætlanin við lógaruppskotinum var, at allur útveganarkostnaðurin skuldi gjaldast aftur. Tí bleiv tað ikki ókeypis at koyra í Vágatunnlinum tann 11. desember 2016.” 

Annað tilfar av týdningi fyri málið 

Tað sæst av tekningarútskrift frá Skráseting Føroya, at partapeningurin í P/f Vágatunnlinum er kr. 160.300.000, ið svarar til samlaðu heimildina hjá landinum til at seta partapening í felagið. 

Sambært ársfrásøgnini fyri P/f Vágatunnilin fyri roknskaparárið 2015, ið er seinast almannakunngjørda ársfrásøgn fyri felagið, hevði P/f Vágatunnilin 31. desember 2015 eina eginogn á tilsamans kr. 176.040.878. Sambært ársfrásøgnini høvdu vegir og tunnil eitt roknskaparligt virði á kr. 167.452.351 pr. 31. desember 2015. Felagið hevði eina langfreistaða skuld á tilsamans kr. 241.315. 

Í omanfyri nevndi svari frá Jørgin Niclasen uppá fyrispurning 63/2013 varð víst til frágreiðing frá Vágatunnlinum 21. juni 2014, har tað varð skrivað ”Endaligi byggiroknskapurin fyri Vágatunnilin, ið er gjørdur upp við árslok 2003, vísir byggiútreiðslur uppá 277,7 mió kr, ið er uml 16% omanfyri planleggingarkostnaðin uppá uml. 240 mió kr, og samlaða kapitalnýtslu uppá 306,5 mió kr.” Á heimasíðuni hjá tunnilsfelagnum www.tunnil.fo verður skrivað, at Vágatunnilin kostaði kr. 280.000.000 at byggja. 

Sum tað sæst omanfyri var langfreistaða skuldin pr. 31. desember 2015 kr. 241.315 og hendan skuldin er sambært svari uppá fyrspurning 63/2013 goldin. 

P/f Vágatunnilin hevur tískil goldið byggiútreiðslurnar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð, eins og felagið hevur afturgoldið tey lán, sum saman við partapeninginum frá Føroya landsstýri fíggjaðu byggingina av fasta sambandinum um Vestmannasund. 

Lógargrundarlagið og tulking av hesum 

Tað skal at byrja við viðmerkjast, at tað er greitt ásett í lógini um fast samband um Vestmannasund, at tunnilin við vegum v.m., sum varð bygt og enn verður rikið av P/f Vágatunnlinum, skal avhendast landinum frá felagnum P/f Vágatunnilin. 

§ 1, stk. 4 í lógini um fast samband um Vestmannasund ásetir, at alt anleggið, tá tvinnar treytir eru loknar, uttan viðurlag skal avhendast landinum til ognar. Fyrra treytin er, at útveganarkostnaðurin skal vera fult afturgoldin og seinna treytin er, at P/f Vágatunnilin skal standa sum eigari. 

P/f Vágatunnilin skal standa sum eigari Verður fyrst hugt at treytini - P/f Vágatunnilin stendur sum eigari – er ásett í § 1, stk. 1 í lógini, at Vágatunnilin fær ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi brúgvum og vegi. Vágatunnilin Síða 6/9 er liðugur og hendan treytin í § 1, stk. 1 fyri, at P/f Vágatunnilin skal fáa ognarrætt til tunnilin, er tí lokin. 

Afturat hesum hevur P/f Vágatunnilin tinglýstan ognarrætt til matr. nr. 373e, Sandavágur, og til matr. nr. 401b, Kvívík. Tað sæst á kortal.fo, at hetta eru tunnilsmunnarnir ávikavist í Vágoynni og í Streymoynni. Umframt at treytin í §1, stk. 1 fyri ognarrætti hjá tunnlinum at tunnilin skal vera liðugur er lokin, er ognarrætturin hjá P/f Vágatunnlinum til tunnilin sostatt eisini tinglýstur á ein slíkan hátt, at treytin ”P/f Vágatunnilin stendur sum eigari av tunnlinum” er lokin. 

Útveganarkostnaðurin skal vera fult afturgoldin 

Tað er ásett í § 1, stk. 4, at alt anleggið, uttan viðurlag, verður avhendað landinum - tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin. Spurningurin er so, hvussu hetta hugtakið í lógini skal skiljast. 

Her eru í høvuðsheitum tvey sjónarmið. Annað sjónarmiðið er, at tunnilin skal avhendast landinum, tá felagið hevði goldið aftur tey lán, sum felagið tók til bygging av tunnlinum. Hitt sjónarmiðið er – sum tað sæst av omanfyri nevndu svarum frá ávikavist Kaj Leo Holm Johannesen og Aksel V. Johannesen – at ikki bara lánini skuldu gjaldast aftur, men at eisini partapeningurin, sum landið hevði sett í felagið, skal gjaldast aftur fyrrenn anleggið skal avhendast landinum. 

Lánini, sum vórðu tikin í sambandi við bygging av Vágatunnlinum, eru afturgoldin lánsveitaranum og P/f Vágatunnilin hevur goldið allan kostnaðin av at byggja fasta sambandið um Vestmannasund. Spurningurin er, um treytin um, at útveganarkostnaðurin skal vera ”fult afturgoldin” harvið er lokin ella um partapeningurin í felagnum eisini skal afturgjaldast Føroya landsstýri, sum hevur sett partapeningin í felagið. 

Verður hugt í lógina um fast samband um Vestmannasund, er útveganarkostnaðurin defineraður í § 7, stk. 2 sum ”tær samlaðu byggiútreiðslurnar til vegir, brúgar og tunnilsgerð v.m.” Hetta eru útreiðslur til íløguna, sum náttúrliga verða avhildnar av felagnum og sum felagið hevur rindað, í hesum føri grundað á partapeningin hjá felagnum og ta lánifígging, sum felagið fekk til vega. 


At útveganarkostnaðurin skulu skiljast sum útreiðslur hjá felagnum til at byggja tunnilin v.m. samsvarar eisini við, at tað í serligu viðmerkingunum til § 1, stk. 4 verður skrivað at ”ognarrætturin gongur yvir til tað almenna, tá íløgan er goldin”. 

Einki er skrivað hvørki í sjálvari lógini um fast samband um Vestmannasund ella í viðmerkingunum til lógaruppskotið, sum beinleiðis ásetir ella bendir á, at partapeningurin eisini skal vera afturgoldin sum partur av útveganarkostnaðinum soleiðis sum fyribrigdið útveganarkostnaðurin skal skiljast sambært § 1, stk. 4 í lógini. Síða 7/9 

Í lógaruppskotinum til lógina um fast samband um Vestmannasund, tingmál 18/1999, verður skrivað, at ”einki landskassaveðhald kemur uppá tal, og leiklutur landskassans í fíggingini er úti við játtanini av teimum kr. 160,3 mió”. Einki verður skrivað um, at landskassin skal hava hesar kr. 160,3 mió. afturgoldnar. 

Varð tað ein treyt frá landskassans síðu, at hesar kr. 160,3 vórðu afturgoldnar ella at felagið skuldi rinda vinningsbýti til partaeigaran, hevði verið náttúrligt at útvega játtanarliga og materialla heimild fyri hesum í lógini. Hetta er ikki gjørt og tvørturímóti verður skrivað, at ” leiklutur landskassans í fíggingini er úti við játtanini av teimum samlaðu kr. 160,3 mió”. 

Umframt at løgtingið sum grundarlag fyri at gera fast samband um Vestmannasund samtykti løgtingslóg nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund, viðgjørdi Løgtingið sum omanfyri nevnt eisini um sama mundið spurningin um meirvirðisgjald av teimum gjøldum, sum skuldu takast fyri at koyra ígjøgnum tunnilin. 

Orðingarnar í uppskotinum til lóg um broyting av lógini um meirvirðisgjald, sum eru endurgivnar omanfyri, eru greiðar um, at ”tá lánið er afturgoldið, verður partafelagið upployst, og undirsjóvartunnilin fellur til landið sum ein vanligur partur av landsvegakervinum”. 

Hóast broytingaruppskotið til lógina um meirvirðisgjald viðvíkir einari aðrari lóg enn sjálvari lógini um fast samband um Vestmannasund, kann hetta lógaruppskotið og samtykta lógin metast vera ein partur av samlaða lógargrundarlagnum fyri virkseminum hjá P/f Vágatunnlinum. Løgtingið hevur einmælt samtykt lógaruppskotið uttan viðmerkingar til frágreiðingina í lógaruppskotinum um, at tað eru lánini, sum skulu vera afturgoldin, áðrenn anleggið skal avhendast landinum til ognar og at felagið, tá lánini eru afturgoldin, skal upploysast og tunnilin fella til landið.

 Løgtingið hevur sostatt í 2002 og fyri at Vágatunnilin varð tikin í nýtslu, einmælt samtykt eina lóg, grundað á eitt lógaruppskot, sum greitt sigur, hvussu § 1, stk. 4 lógin um fast samband um Vestmannasund skal skiljast í mun til nær anleggið skal avhendast til tað almenna, nevniliga tá lánini eru afturgoldin. 

Tað hevur í hesum sambandi eisini týdning, at tað í sambandi við viðgerðina í fíggjarnevndini sambært álitinum hjá Fíggjarnevndini frá 6. november 2002 er komið fram, at lánini, sum málið snýr seg um, væntast vera afturgoldin eftir 15 árum. 

Verður hugt í ársfrágreiðingarnar frá P/f Vágatunnlinum frá 1999 til 2015, sum eru tøkar á www.tunnil.fo (allar uttan frágreiðingin fyri 2008), sæst um brúkaragjøldini og fígging, at gjøldini mugu leggjast soleiðis til rættis, at felagið hevur nóg mikið av peningi til raksturin og til at gjalda aftur lánini. Einki er skrivað í rakstrarætlanunum um, at felagið skal leggja sítt virksemi soleiðis til rættis, at felagið kann rinda vinningsbýti ella á annan hátt rinda gjøld til partaeigaran. 

Tá gjaldførið hevur verið gott, hevur hetta havt við sær eyka gjøld inn á lánið heldur enn at hesar upphæddir eru settar av til vinningsbýti ella líknandi. 

Av ársfrágreiðingini fyri 2003, løgd fyri aðalfund felagsins 21. juni 2004, sæst at byggilánið hjá felagnum tann 1. desember 2003 var umlagt til endaliga fígging við 175 mió at rinda yvir 14 ár. Somuleiðis varð greitt frá, at tvey tey seinastu gjøldini frá landinum á 20 mió. kr. vóru tøk ávikavist 1. februar 2004 og 1. februar 2005 og fóru at verða goldin beinleiðis inn á lánið sum seravdráttir. 

Av ársfrágreiðingini fyri 2014, sum varð løgd fyri aðalfund felagsins 14. apríl 2015, verður á s. 12 skrivað um fíggjarætlan fram til 2017, at ”Í ætlanini, sum felagið hevur arbeitt eftir fram til tá lániavtalan dettur burtur í juni 2017, er roknað við at tunnilin skal avhendast til tað almenna eftir teimum krøvum og normum, sum vóru galdandi í 2002, tá tunnilin varð tikin í nýtslu”. 

Av ársfrágreiðingunum hjá felagum sæst sostatt, at felagið hevur tikið pening inn til rakstur og til at gjalda lán, eins og tað sæst at felagið sýnist hava lagt til grund, at tunnilin skal avhendast til tað almenna, tá lániavtalan fellur burtur í juni 2017. Samanumtikið er einki, sum bendir á, at felagið sjálvt hevur havt ta fatan, at partapeningurin skuldi gjaldast aftur sum partur av útveganarkostnaðinum. 

At felagið í sínum virksemi ikki sýnist hava lagt upp fyri rindan av vinningsbýti samsvarar eisini við, at einki er nevnt í lógini um fast samband um Vestmannasund ella í viðmerkingunum til lógaruppskotið um, at einsmalli partaeigarin, Føroya landsstýri, roknar við vinningsbýti ella aðrari útlutan frá felagnum. 

At seinastu innskotini í partapeningi sambært frágreiðingum frá felagnum eru goldin inn á lán felagsins sum seravdráttir samsvarar eisini við tað, sum var skrivað í uppskotinum til broyting í lógini um meirvirðisgjald um at landsstýrið vildi hava lánini afturgoldin so skjótt sum gjørligt, soleiðis at undirsjóvartunlarnir skuldu gerast partur av restini av vegakervinum, sum landið rekur. 

Um § 1, stk. 4 skuldi skiljast soleiðis, at Føroya landsstýri skuldi hava partapeningin afturgoldnan, má útgangsstøðið eisini vera at hetta, tá einki annað er samtykt, skal gerast sambært reglunum í tí til hvørja tíð galdandi lóggávu um partafeløg, nú løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011. 

Lógin um partafeløg hevur reglur um at avtaka kapitalfeløg í kapittul 14. Um felagið var avtikið, høvdu ognir felagsins verið útlutaðar partaeigaranum Føroya landsstýri eftir, at verandi kreditorar høvd fingið síni krøv goldin. Tá vegir og tunnil sambært ársfrásøgn felagsins fyri 2015 høvdu eitt virðið á kr. 167.452.351 og tá felagið hevði eina samlaða eginogn á kr. 176.040.878, hevði landsstýrið sostatt fingið partapeningin aftur í øðrum virðum, um tunnil og vegir vórðu útlutað landinum í sambandi við eina endaliga uppgerð av felagnum. 

Um felagið varð avtikið og tunnilin útlutaður partaeigaranum fyri partapeningin, kann spurningur setast við, um talan hevði verið um at avhent tunnilin til landið ”uttan viðurlag” eftirsum at ognarrættur til partabrøvini í P/f Vágatunnilin tá vórðu skift um við beinleiðis ognarrætt til tunnilin. 

Eg meti tó ikki at orðini ”uttan viðurlag” í § 1, stk. 4, kunnu tulkast so vítt sum, at tey merkja, at landið, afturat at fáa beinleiðis ognarrætt til tunnilin fyri partapeningin í felagnum, eisini skal hava kr. 160,3 mió. goldnar í reiðum peningi frá felagnum í sambandi við eina avtøku. 

Niðurstøða 

Út frá gjøgnumgongdini av tí tilfari, sum er nevnt omanfyri, er mín niðurstøða, at treytin í § 1, stk. 4 í lógini um fast samband um Vestmannasund um, at útvegnarkostnaðurin skuldi vera fult afturgoldin, var lokin, tá lánini, sum vóru tikin í sambandi við byggingina, vóru afturgoldin. 

Um ivi skuldi verið um hesa niðurstøðuna, er tað so undir øllum umstøðum mín meting, at treytirnar í § 1, stk. 4 vóru loknar, tá lánini vóru afturgoldin og eginognin var omanfyri kr. 160,3 mió, soleiðis at tað almenna fekk beinleiðis ognarrætt til tunnilin við at felagið varð avtikið. 

Vinarligast Jógvan Elias Winther Poulsen, adv. jewp@sokn.fo