Vágar mest vitjunarverdar

top07-07-2020 - 07:51 - Jóanis Albert Nielsen

Birkblog: Síðan Vágatunnilin varð tikin í brúk fyri jól í 2002 eru Vágar knýttar nærri at Streymoynni og Eysturoynni. Drívmegin og attraktiónin er flogvøllurin, sum kastar nógv av sær, ikki bara til oynna, men til alt landið. Hetta er vegurin út í heim, skalt tú flúgva, og hinvegin er tað her, at tú tekur ímóti fólki, ein veruleiki, sum síðan kríggið, tá flogvøllurin varð grundlagdur, hevur kastað nógv av sær í Vágum og ivaleyst skapt eitt lokalt tænastusinni at hýsa fólki, sum skal liggja nátt, fáa at eta og síggja náttúruna. Hetta eru grundsteinarnir í ferðavinnu og einki er at taka seg aftur í, at Vágar hava gingið undan, les meira her.