Jóannes Jakobsen og Tróndur Arge meta um 10. umfar í Betri Deildini hjá monnum - Mynd: www.fsf.fo

Vágamenn fáa sín fyrsta sigur

ítróttur12-05-2018 - 10:38 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Sambært Jóannesi Jakobsen, ið er gestur í FSF Varpinum hesaferð, so verða fimm sera spennandi dystir í 10. umfar í Betri Deildini hjá monnum. Tríggir enda við javnleiki.

Sunnudagin klokkan 15:00 verður 10. umfar í Betri Deildini hjá monnum sparkað í gongd. Fýra dystir byrja klokkan trý, meðan tann fimti, B36 – Skála verður floytaður í gongd klokkan 17:15.

Og sambært Jóannesi Jakobsen, ið er gestur í FSF Varpinum hesaferð, verður talan um fimm spennandi dystir. Hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum væntar eisini, at tríggir av dystunum enda við javnleiki.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=O9xUwf9RFCA]