Vága kommuna

vinna20-10-2020 - 10:41 - Jóanis Nielsen

KUNNGERÐ

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, við seinni broytingum, um býarskipanir og byggisamtyktir, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága kommunustýri á fundi tann 22. juni 2020 samtykti at broyta býarplanin galdandi fyri Sandavág.

Býarplanurin fyri eitt øki Úti á Bakka verðurbroyttur soleiðis:

partur av matr. nr. 323a, sum liggur beint norðanfyri matr. nr. 321 verður broytt frá “Økið D: Havnarøki” til “Økið C: Vinnuendamál”.

Skjøl, sum vísa broytingina, liggja frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í Sandavági í arbeiðstíðini frá týsdegnum 20. oktober 2020 til týsdagin 10. november 2020 báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 02. desember 2020.

Vága kommuna