Vága kommuna verður við í átakinum Earth Hour 2018

mentan08-03-2018 - 13:15 - Jóanis Nielsen

WWF "World Wildlife Fund" hevur boðið Vága kommunu at vera partur av veðurlagsátakinum “Earth Hour 2018". Earth Hour er eitt afturvendandi átak, sum verður hildið á hvørjum ári, har milliónir av fólkum, virkjum, kommunum og býum kring allan knøttin sløkkja ljósið í ein tíma, fyri at seta veðurlagið í brennidepilin.

Kommunan fer tí at sløkkja øll ljós og gøtuljós, sum ráðiligt er at sløkkja, leygardagin tann 24. mars 2018 millum kl. 2030og 2130.

Býráðið heitir eisini á borgarar okkara um at vísa virðing fyri klótuni og okkara eftirkomarum við eisini at vera við í átakinum og at sløkkja tey ljósið leygardagin tann 24. mars 2018 millum kl. 2030og 2130.