Vága kommuna: Umhvørvisvinarligari bátahyl

politikkur19-10-2021 - 15:13 - Jóanis Nielsen

Á hvørjum ári fær Vága kommuna fleiri fráboðanir um oljudálking í bátahylinum og rundan um hylin. Hesar oljudálkingar ynskir Vága kommuna at steðga, og tí letur kommunan øllum smábátum í kommununi, við føstum motori, eitt sokallað kjølsvín.

Eitt kjølsvín verður lagt í kjølin, har tað upptekur møguligar oljulekar á motori v.m. í seg. Tá ið kjølsvínið er fult, skal tað burturbeinast á kommunala umhvørvisplássinum til brenningar. Um ongin óvanligur oljuleki er, er mett at tørvur er at skifta kjølsvínið annað hvør ár. Tá kjølsvínið verður latið inn á kommunala umhvørvisplássið fer eitt umbýtið fram og bátaeigarin fær eitt nýtt kjølsvín útflýggjað.

Við hesum vónar Bjarni Prior, borgarstjóri at kommuna kemur eitt stig nærri at basa trupulleikanum við oljulekum og harvið betra um umhvørvið rundan um bátahylin og á fjørðinum, og hevur hann tí, vegna býráðið, tikið stig til at veita hesa tænastuna til bátaeigararnar.

Frá mánadegnum 25. oktober á middegi, kunnu kjølsvín heintast hjá havnaumsjónarmanninum á Havnaskrivstovuni.