Vága kommuna søkir eftir námsfrøðingum og avloysarum til Miðgarð

Lýsing25-05-2020 - 15:45 -

Talan er um námsfrøðingar at byrja 10. aug. 2020, á barnagarðsstovu 30 tímar, og á smábarnastovu 30 tímar. Søkt verður eisini eftir avloysarum.

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstigunum 11-21 og hjálparfólk verða lønt á lønarstigunum 2-7.

Miðgarður er ein dagstovnur í Miðvági. Tað eru 8 stovur, 3 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur, ein serstova og 1 stova til tey 6 ára gomlu. Miðgarður er ein stovnur har námsfrøðin altíð er í menning, og vanta vit at tú ert ein aktivur partur av fakligu menningini.

4 ymisk verkstøð og gott spælipláss er rundan um stovnin, sum er bygdur inn í lendi.

Miðgarður liggur mitt í bygdini, tætt við fjall og fjørðu, viðalund og áir.

Vit arbeiða við:

  • At skapa eitt umhvørvi, sum stuðlar undir menning og lærutilgongd, og sum tekur støði í barnsins áhuga, undran og forvitni. Hesum leggja vit tað námsfrøðiliga arbeiði tilrættis eftir.

Barnagarðsstovureru aldursuppdeildar barnagarðsstovur.

Vøggustovavið børnum 10 mdr.- 3 ár.

Vit ynskja av tær:

  • At tú skal arbeiða útfrá okkara virðisgrundarlag, okkara viðtikna barnasýn og námsfrøði.

  • At tú hevur góð samstarvsevnir, og ynskir áhaldandi at menna teg yrkisliga, og vera við til at menna stovnin.

  • At tú ert før/førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og er nærverandi.

  • At tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.

Sí meira á okkara heimasíðum:www.midgardur.foogwww.vaga.fo

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, Leiðara á tlf. 794520 .

Umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing revsiváttan og møguligum viðmælum, skal sendast við telduposti tilvaga@vaga.foella við vanligum posti til:

Vága kommuna

Hammershaimbsvegur 1

360 Sandavágur

Umsóknarfreistiner mánadagin 15 juni 2020.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.

Merk brævbjálvan ella teldupostin: ”umsókn”