Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingi til Smílikulluna og Ungdómshúsið og avloysarum til Ungdómshúsið

vinna08-03-2021 - 15:44 - Jóanis Nielsen

Nú hevur tú møguleika at gerast partur av toyminum í Smílikulluni og Ungdómshúsinum í Vága Kommunu.

Søkt verður eftir námsfrøðingi til Smílikulluna og Ungdómshúsið at byrja 6. apríl.

Starvið er á 28 tímar um vikuna í Smílikulluni og fevnir eisini um 1 leygarkvøld um mánaðin á 5 tímar, í Ungdómshúsinum. Broytingar í arbeiðstíðini kunnu tó henda.

Søkt verður eisini eftir avloysarum til Ungdómshúsið.

Vit ynskja av tær:

  • At tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum.
  • At tú ert fleksibul, hevur gott hugflog og dugir at hugsa í loysnum
  • At tú hevur góð samstarvsevnir
  • At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og ert nærløgd/lagdur
  • At tú hevur hug og áræði at vera við til at skapa ein fjølbroyttan, stuttligan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum.

Smílikullan, er eitt frítíðarskúla tilboð ætla børnum í 1. og 2. flokki í Vága Kommunu. Vit halda til í Gamla Skúla í Miðvági. Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin, fótbóltsvøllin, stóra spæliplássið í bygdini og viðarlundina. Hettar gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar bæði fyri børn og starvsfólk. Sí meira kunning áwww.smilikullan.fo

Ungdómshúsið,er eitt tilhald stað fyri børn og ung frá 5.flokki. Ungdómshúsið er opið 3 kvøld um vikuna: Mánakvøld kl. 17:00 – 20:00, Mikukvøld kl. 18:00 – 21:00 og Leygarkvøld kl. 19:00 – 24:00.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Dortheu Højgaard Dam, virkandi leiðara, á tlf. 794540.

Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett í eitt tíðaravmarka starv.

Lønarviðurskifti:

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Námsfrøðingar fylgja lønarstig 11 til 22 og hjálparfólk fylgja lønarstig 2 til 8.

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 09:00 og kl. 17:00 í Smílikulluni.

Umsókn saman við lívsgongdarlýsing, viðmælum og prógvum, skulu sendast til:

vaga@vaga.fo(viðmerk ”umsókn”) ella til Vága Kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur.

Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagið mánadagin 22.3.2021 kl. 12:00.