Vága kommuna søkir eftir leiðara til frítíðarskúlan og ungdómshúsið

Lýsing21-10-2019 - 16:02 - Jóanis Nielsen

Eitt fulltíðarstarv sum leiðari fyri Frítíðarskúlan og Ungdómshúsið í Vága kommunu er leyst at søkja til setan tann 1. januar 2020.

Frítíðarskúlin Smílikullanveitir frítíðartilboð til børn úr 1. og 2. flokki. Í løtuni ganga 40 børn í frítíðarskúla.

Ungdómshúsiðer eitt tilboð til ungdóm í Vága kommunu í aldursbólkinum frá 5. flokki til 18 ár. Ungdómshúsið er opið 3 kvøld um vikuna.

Smílikullan og Ungdómshúsið eru skipað sum eitt arbeiðspláss í starvsfólkahøpi og starvsfólkini eru 9 í tali.

Í Vága kommunuhava leiðarar innan dagstovnaøkið fulla ábyrgd av fíggjarligu, fakligu og fyrisitingarligu viðurskiftunum á teirra stovnum.

Væntað verður, at leiðarar, innan teir karmar og undir teimum treytum, sum stovnurin virkar, skapa eitt mennandi umhvørvi fyri børn og starvsfólk. Somuleiðis verður væntað, at leiðarar hava gott samstarv og samskifti við foreldur, við leiðarabólk, við kommunalu umsitingina og við aðrar viðkomandi stovnar.

Leiðarar vísa til kommunustjóran, sum í samráð við dagstovnaleiðararnar leiðir og samskipar virksemið á dagstovnaøkinum.

Vit vænta at umsøkjari:

  • hevur prógv sum námsfrøðingur

  • hevur viðkomandi víðariútbúgving og/ella hollar royndir við starvsfólkaleiðslu

  • dugir væl at samskifta skrivliga og munnliga

  • hevur hollan telduførleika

  • er opin og fyrikomandi

  • hevur evni at eggja og ganga undan

  • er málsøkin og nýhugsandi

Løn og setanartreytireru sambært sáttmála millum við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Leiðarastarvið í Frítíðarskúlanum og Ungdómshúsinum verður lønt á stigunum 25, 27, og 29. Starvið verður at seta 1. januar 2020 ella eftir nærri avtalu.

Nærri upplýsingarum starvið fáast við at venda sær til Jóannes N. Dalsgaard, kommunustjóra á tlf. 794408.

Umsóknsaman við revsiváttan, prógvum, cv og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast tilvaga@vaga.foella til Vága kommunu, Hammerhaimbsvegur 1, 360 Sandavágur.

Umsóknarfreistiner 15.11.2019.