Vága kommuna søkir eftir avloysarum til Sóljugarð

vinna07-08-2019 - 11:53 - Jóanis Nielsen

Søkt verður eftir avloysarum til at byrja skjótast gjørligt aftaná 12. august.

Vit bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss, har pláss er fyri ymiskleika, og har námsfrøðin støðugt er í menning. Hesa uppgávu lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá virðisgrundarlagi og Barnaáskoðan, sum eru galdandi fyri alt barnaøkið í Vága kommunu.

Okkara arbeiði byggir á:

  • Spornámsfrøði - tað sum hugtekur børnini.

  • Viðurkenning - har børnini kenna seg virðismett og avhildin í relasjónini.

  • Spæligleði - Vit leggja dent á, at spæl og rørslur hava stóran týdning fyri menningina hjá barninum.

Vit vænta av tær, at tú:

  • Hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemi á stovninum.

  • Hevur góð samstarvsevnir og kann arbeiða sjálvstøðugt.

  • Ert forvitin eftir at finna “Spor”, lurta og dokumentera.

  • Sært avbjóðingar fram um mørk og er opin fyri broytingum.

  • Ynskir at arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin.

Løn og setanartreytir:

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn skal vera Sóljugarði, Hammershaimbsvegur 9, 360 Sandavágur, ellasoljugardur@vaga.foí hendi seinasta lagi mánadagin 2. september kl. 12.00. Viðmerk “Umsókn um avloysarastarv”.

Meira fæst at vita við at venda sær til Helenu Skarðenni, leiðara, á tlf. 794456.