Vága Kommuna: Kunning um upplatingartíðir hjá Ungdómshúsinum

mentan31-03-2017 - 13:01 - Jóanis Nielsen

Hey øll tit fittu ungu :)


Mikvøldið 19. apríl kl. 18.30 til 22.00 letur ungdómshúsið upp í Vága skot í Miðvági.

Hetta kvøldið fara vit at byrja við, at gera hølið innbjóðandi og hugnaligt.
Tí hava vit brúk fyri, at tit eru ein partur av innrættingini, so tit kunnu sjálvi seta tykkara dám á hvussu hølið skal sígggja út :)

Vit hava brúk fyri at fáa flutt møblar, seyma ymiskt, hongja ymiskt upp á veggirnar og annars alt møguligt, ið ger at rúmið fer at verða deiligt hjá okkum øllum at verða í. Kanska onkur kann gera onkran bakstur, at hugna við aftaná.

Upplatingartíðir:

Opið verður fyri 7.fl. til 18 ár.

Av tí at Vágaskot verður brúkt aðrar dagar í vikuni, hava vit verið noydd til at broyta upplatingartíðirnar soleiðis:
Í líka viku mikudag 19. apríl kl. 18.30 til 22.00 og leygardag 22. apríl kl. 18.30 til 24.00.
Í ólíka viku mánadag og mikudag kl. 18.30 til 22.00. Tó vera onkrar broytingar um halgidagar og aðrir frídagar eru.

Vit eru sera spent at fara ígongd við hettar tilboðið saman við tykkum, og gleða okkum til at síggja tykkum :)

Bestu heilsanir

Alma Andreassen, Brynhild Lisberg, Elsa Nielsen, Marna Zachariassen og Linda Heinadóttir.