Vága Kommuna heiðrar dreingir 14 hjá SÍF

ítróttur16-03-2018 - 20:56 - Jóanis Nielsen

 Á lítlari samkomu í kommunuskrivstovuni hjá Vága Kommunu vóru dreingir 14 hjá SÍF í kvøld heiðraðir av borgarstjóranum Eyðis Hartmann Niclasen, dreingirnir vunnu í gjár B-bólkin hjá dreingjum 14 í hondbólti.

Eyðis helt røðu fyri dreingjunum og bjóðaði teimum til ein betri bita í Smiðjuni, eisini fingu teir blómutyssi.