Vága Kommuna: Býarplanurin fyri Sandavág broyttur

politikkur27-11-2020 - 15:58 - Jóanis Nielsen

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, við seinni broytingum, um býarskipanir og byggisamtyktir, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi tann 06. novemeber 2020 samtykti at broyta býarplanin galdandi fyri Sandavág.

Býarplanurin fyri matr. nr. 264a, broyttur soleiðis, at ein partur verður broyttur frá øki H (Frílendi) til øki B (Byggiøki/sethús)

Skjøl, sum vísir broytingina, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í Sandavági í arbeiðstíðini frá mánadegnum 30. november 2020 til mánadagin 21. desember 2020 báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 11. januar 2021.

Vága Kommuna.