Vága Floghavn lækkar ferðafólkagjaldið 15%

Vinna20-04-2018 - 12:16 - Jóanis Albert Nielsen

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum hevur góðkent lækking í ferðafólkagjaldinum, sum nevnd og leiðsla í Vága Floghavn hava samtykt.

Ferðafólkagjaldið lækkar 25 krónur 1. januar komandi ár, so tað frameftir verður 140 krónur fyri hvønn ferðandi. Hetta er ein lækking á 15%.

Til samanberingar eru ferðafólkagjøldini í nøkrum floghavnum í grannalondunum hesi:

Keypmannahavn: 174 krónur

Aarhus: 131 krónur

Billund: 107 krónur

Nuuk: 648 krónur

Floghavnir kring heimin royna at hava so lág ferðafólkagjøld sum gjørligt og fíggja heldur virksemið við sølu og tænastum so sum tollfríari sølu, parkering og bilútleigu.

Vága Floghavn hevur seinastu árini havt ein góðan rakstur. Í 2017 varð ársúrslitið eitt avlop á 9,1 milliónir krónur og gevur hetta rúm fyri neyðugum íløgum, samstundis sum ferðafólkagjaldið kann lækka.

Lækkaða gjaldið kemur at kosta Vága Floghavn 2,8 milliónir krónur við 6% í ferðafólkavøkstri.

Ferðafólkagjaldið hevur verið 165 krónur síðani 2015, tá ið gjaldið lækkaði úr 185 niður í 165 krónur.

- Vága Floghavn eigur áhaldandi at stremba eftir at hava so lág og kappingarfør ferðafólkagjøld sum gjørligt, og rakstraravlopið hjá floghavnini eigur at koma teimum ferðandi til góðar, sigur Henrik Old, landsstýrismaður.

Landsstýrismaðurin hevur eisini heitt á leiðsluna um at ganga neyvt ígjøgnum rakstrarútreiðslurnar við tí fyri eyga at tryggja ein enn betur rakstur.

Í samband við stjóraskiftið er gjørt av, at lønin hjá stjóranum lækkar.

Tinganes 20. apríl 2018

Henrik Old,

landsstýrismaður