Vága Floghavn gott úrslit fyri 2017

vinna20-04-2018 - 13:29 - Jóanis Nielsen

P/F Vága Floghavn hevði eitt gott úrslit fyri 2017, og hetta fer at koma teimum ferðandi til góðar við lægri ferðaavgjaldi P/F Vága Floghavn hevur í dag havt aðalfund. 

Árið 2017, sum er 10 ára føðingardagsárið, hilnaðist væl, og felagið hevði eitt yvirskot á 9,1 mió. kr.

Áðrenn P/F Vága Floghavn varð yvirtikið í 2007, gav raksturin hall á hvørjum ári. Árini 1995 til 2008 var hallið millum 9 og 14 mió. kr. Staðfestast kann sostatt, at hesi 10 árini sum føroyskt felag og flogvøllur hevur eydnast at venda fíggjarligu gongdini hjá felagnum og at fáa ein sunnan rakstur, soleiðis at felagið hvílir í sær sjálvum fíggjarliga. Samstundis gevur hetta møguleikar fyri at gera íløgur og at menna flogvøllin og flogvinnuna í Føroyum, uttan at neyðugt er við almennum trygdum ella játtanum. 


Stóran týdning at hava góð úrslit 
Tað hevur stóran týdning fyri P/F Vága Floghavn at hava góð úrslit, tí at krøvini til flogvallir í Europa verða herd í hesum tíðum. Umframt herd krøv til útbúgving og starvsfólk, eru leypandi krøv til útskifting og uppraðfesting av útgerð. Eisini verða krøvini til tilbúgving og trygdarviðurskifti leypandi herd og hetta setur aftur krøv til íløgutørvin. 

Lækka ferðaavgjaldið 
Góða gongdin hjá P/F Vága Floghavn skal koma teimum ferðandi til góðar, og tí verður ferðaavgjaldið lækkað úr 165 kr. í 140 kr. Lækkingin fer væntandi at kosta P/F Vága Floghavn umleið 2,8 mió. kr., um ferðafólkavøksturin verður 6%. Nevndin afturvald 

Á aðalfundinum varð øll nevndin afturvald. 
Í nevndini sita: Kitty May Ellefsen, forkvinna Evy Jacobsen, næstforkvinna Johan í Niðristovu, nevndarlimur Uni Danielsen, nevndarlimur Sámal Birgir Johansen, nevndarlimur Torstein á Steig, nevndarlimur 

Gudny Langgaard tekur við stjórastarvinum 1. mai 2018