Vága Dartfelag fekk bronsu í liðkappingini

ítróttur16-03-2018 - 20:47 - Jóanis Nielsen

Liðkappingin í dart endaði herfyri og Vága Dartfelag endaði á triðja plássi aftanfyri Havnar Dartfelag og Klaksvíkar Dartfelag.

Hesir sjey hava uppá skift mannað liðið hjá Vága Dartfelag í vetur: Erling Simonsen, Jón Johansen, Magne Thomassen, Jan Erik Fjallstein, Jens Albert Simonsen, Bergur Kluftá og Monrad Mouritsen.