Vága Bjargingarfelag megnar avrik í dag

22-07-2019 - 22:03 - Jóanis Albert Nielsen
Seinnapartin í dag fekk alarmsentralurin eina fráboðan um, at ein týsk kvinna var dottin og hevði fingið skaða í økslina. Kvinnan var tá stødd við Bøsdalafoss.
 

Ein kvinna frá Vága Bjargingarfelag rann út til Bøsdalafoss, har tilskaðiskomna var stødd. Vága Bjargingarfelag syrgdi somuleiðis fyri, at bátur sigldi út eftir skøddu kvinnuni og førdi hana á Gróthústanga, har sjúkrabilur var umbiðin at taka í móti. Kvinnan varð førd á Landssjúkrahúsið til viðgerðar.