Mynd: Reidar Simonsen.

Væntandi verður svartkjaftakvotan uppfiskað mitt í komandi viku

vinna18-06-2017 - 19:38 - Jóanis Nielsen

 Tróndur í Gøtu kemur á Fuglafjørð á midnátt við 2.200 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað eystanfyri - á uml. 62N og 4V.

Tróndur skal landa til Havsbrún, teir sleppa framat beinanvegin teir koma inn.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir siga, at tað er smáligur fiskiskapur hjá føroysku skipunum í løtuni, teir tova teir flestu uppí 18 tímar hvørt tovið, og fiskiskapurin liggur úr 150 uppí 400 tons fyri hvørt tov. Øll tey føroysku skipini eru stødd eystanfyri.

Vit á JN.fo meta, at um fiskiskapurin verður sum hann er í løtuni, so fer svartkjaftakvotan at verða uppfiskað mitt í komandi viku.