Væleydnað workshop fyri kvinnuliga vengur

20-10-2020 - 09:07 - Jóanis Nielsen

HSF: Í vikuskiftinum skipaði HSF fyri serligari verkstovu fyri kvinnuligar vengur saman við fyrrverandi danska landsliðsleikaranum og OL-vinnaranum Henriette Mikkelsen og Mads Møller, venjara.

Verkstovan var fyri vengur á A-landsliðnum og ungdómslandsliðunum á kvinnusíðuni. Eisini luttóku fleiri venjarar. Talan var um eitt sera gevandi skeið við íblástri til bæði leikarar og venjarar, sum tey kunnu taka við sær heim í feløgini. Tað var serliga hugtakandi at hoyra fleirfaldaða Champions League vinnararan og Olympiskar meistaran seta orð á, hvat skal til fyri at klára seg á hægstu rók og á hvønn hátt tað er serstakt at spæla sum vongur. Talan var bæði um fyrilestur og um praktiska venjing í høllini við áherðslu á tekniska venjing.