Mynd: Marinetraffic.

Útvið 40 skip royna eftir svartkjafti sunnanfyri

vinna12-04-2017 - 09:45 - Jóanis Nielsen
Tey føroysku skipini, sum royna eftir svartkjafti loystu í gjárkvøldið.

Nógv skip eru á feltinum sunnanfyri, vit hava roynt at talt í morgun og komu til, at útvið 40 skip royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, tey eru: russisk, íslendsk, grønlendsk og føroysk.

Beint sunnanfyri føroyska markið royna fleiri ES-skip.