Útvið 1000 tons fiskað á Flemish Cap

Vinna15-01-2018 - 21:19 - Jóanis Albert Nielsen

Tey fimm føroysku línuskipini, sum eru á Flemish Cap, hava fiskað góð 900 tons av kvotuni, sum er uppá 2.490 tons, sum sæst á yvirlitinum, so hava Ågot og Eivind fiskað 167 tons í part, Stapin 194 tons, Klakkur 202 tons og Kambur 206 tons.

Roknast má við, at skipini landa veiðuna av fyrra túrinum har yviri, tí tað tekur ov nógva tíð at sigla heim. Kvotan er ikki býtt til skipini, men er felagskvota.

NAFO øki 3M

 BrosmaHýsaKalviToskurOnnur fiskasløgTils. (í tonsum)
EIVIND, XPQE  2,1165,3 167,4
KAMBUR, OW2009  0,1206,4 206,6
KLAKKUR, XPPR0,20,32,2199,4 202,0
STAPIN, OW2065  1,4192,7 194,2
ÅGOT, OW2319  0,2167,6 167,8
 0,20,36,1931,5 938,0