Mynd: Anita á Fríðriksmørk.

Uttanlandsnevnd løgtingsins er nú á veg til Ísrael og Palestina

politikkur13-02-2017 - 11:20 - Jóanis Nielsen

Uttanlandsnevnd løgtingsins er nú á veg til Ísrael og Palestina.

Vit fara m.a at vitja Uttanríkisráðið, Knesset og parlamentslimir; Golanøkið og umboð fyri ST-herliðið.
Í dag skulu vit m.a vitja minnisvarðan yvir Holocaust. Sum siður er, tá ið politisk umboð vitja staðið, fer nevndin at leggja krans við varðan til minnis um teir 6 mió jødarnar, sum lótu lív undir 2.veraldarbardaga.
Eisini fara vit at vitja palestinestisk umboð í Ramallah og Aida-flóttafólkaleguna í Betlehem. O.a.m., tað skrivaði Anita á Fríðriksmørk, á Facebook í gjár, hon er við í ferðalagnum.
Myndirnar eigur Anita á Fríðriksmørk.