Útskifting í hópinum hjá 07 Vestur

ítróttur13-06-2018 - 22:27 - Jóanis Albert Nielsen
Higartil hevur tað ikki gingið akkurát eftir vild hjá felagsliðnum í Vágum, 07 Vestur hevur fingið fýra stig í teimum fyrstu 13 dystunum í Betri-deildini. 

Á midnátt í morgin opnar flytingargluggin hjá teimum føroysku liðnum, og væntandi verða nakrar broytingar hjá teimum ymisku liðnum.

Pauli Poulsen má lata Gilla Samuelsen aftur til B36. 07 Vestur leigaði bara Gilla fyrst til summarferiuna, og hann fer nú aftur til B36. Gilli hevur annars gjørt tað ótrúliga gott í 07 Vestur, hann hevur fingið 5 av teimum 12 málunum 07 Vestur hevur fingið í ár.

Verjuspælarin Nikola Krcmarevic verður heldur ikki partur av 07 Vestur eftir at liðini fara í summarferiu. Bæði Nikola og Gilli fara úr felagnum aftaná dystin móti Víkingi tann 22. juni.

07 Vestur hevur eisini eyguni eftir nýggjum spælarum. Sambært álítandi keldum, so kemur ein maður úr Onglandi at royndarvenja við felagnum mánadagin.