Útselt til Voxbotn 2017

mentan10-03-2017 - 14:15 - Jóanis Nielsen

Tað hevur gingið sera væl at selt atgongumerki til stóra árliga konserttiltakið Voxbotn, sum verður niðri í Vágsbotni í Havn 24. juni. Tí longu nú, næsta fýra mánaðar áðrenn tiltakið byrjar, er útselt.


Tað hevur annars verið útselt øll árini til Voxbotn, men ongantíð áður hevur tað verið útselt so langt áðrenn, tiltakið byrjar. Í fjør gjørdist útselt um hálvan mai.

Nógv nøvn eru á skránni í ár, millum annað heimskendi DJ’arin Jonas Blue úr Bretlandi, sum í løtuni er millum mest spældu nøvn í heiminum. Eisini fær Voxbotn vitjan at Thomas Helmig, sum telist millum best umtóktu sangarar og sangskrivarar í Danmark. Somuleiðis fara Hanne Boel, Mads Langer, Gulddreng og Martin Jensen á pall í Vágsbotni í summar. Av føroyskum nøvnum, sum higartil eru kunngjørd, eru Guðrið Hansdóttir, Wolfgang, Glóð, Marius og Signar í Homrum. Fyriskipararnir boða frá, at enn eru nøvn eftir at avdúka og at hesi verða avdúkaði seinni.

Nú tá tað er útselt, verður eingin durasøla til Voxbotn 2017. Tó verða eins og í fjør 200 atgongumerki sett til sølu í vikuni, sum Voxbotn er, serliga ætlað ferðafólki, vitjandi v.m. Hetta er fyri at geva teimum, sum ikki visti um Voxbotn, og sum koma til landið í summar, ein møguleika at ogna sær eitt atgongumerki. Royndirnar frá í fjør vísti, at ferðafólk og onnur vóru sera fegin um henda møguleikan, og øll tey 200 atgongumerkini vóru seld eftir lítlari løtu.

Umframt allar konsertirnar, verður eins og undanfarin ár, spælilandi og tiltøk fyri børnini um dagin og bryggjudansur undir Bryggjubakka um kvøldið og langt út á náttina.

Hetta er sætta árið, at Voxbotn verður fyriskipað.