Útróðrarbátur bað um hjálp nakrar fj. í landsynning úr Svínoynni

16-10-2017 - 16:17 - Jóanis Nielsen

 Kl. 14.53 í dag fekk MRCC fráboðan um at ein útróðrarbátur var farin at leka og hevði brúk fyri hjálp, báturin var tá staddur nakrar fjórðingar í landsynning úr Svínoynni.

Tyrlan varð boðsend og eisini var heitt á bátar á leiðini, um at fara til hjálpar, tað tók tyrluni hjá AA 20 minuttir at koma til bátin, tveir mans vóru umborð á bátinum og teir fingu bøtt lekan. Bjargingarbáturin LIV kom til bátin og er í fylgi við honum til Havnar, har báturin er heimahoyrandi.

Tyrlan hevur lent aftur í Vágum