Úthús brendi í grund - myndir

top25-02-2020 - 12:09 - Jóanis Nielsen

 Klokkan 13.25 í gjár fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum úthúsi, sum stóð nakað norður frá Kirkjubønesi.

Boðað varð sløkkiliðnum í Havn frá og tyrlan varð boðsend, tríggir sløkkiliðsmenn við útgerð fóru við tyrluni suður á Kirkjubønes, fyri at sløkkja eldin, men har var so gott sum alt brent tá ið teir komu á staðið.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey nú kannað hví eldur kom í úthúsið.